Eli Smith  

Aftur til forsíðu, Back to main page    Verk eftir Eli, Works by Eli    Um Eli, Eli's Biography    SKriva í gestabók, Sign in guestbook    Skriva til Eli, Mail to Eli
Eli Smith     Gallaríið undir Brúnni, Børkugøta 27     FO - 100 Tórshavn     (+298) 316022/592502     eli@eli.fo


FERÐAFRÁSØGN ÚR SPANIA


(í bløðunum, fleiri partar)


Við Eli í Espania í 1961

Eftir at Eli hevði fingið eyguni upp fyri holumálninga-teknikkinum, hevði kollvelt einum gomlum fronskum kølibili til eitt rullandi camping-atelier, vildi hann víðka sjónarringin og fara til Spania.

1961 Eli í SpaniaSum seks ára gamal, kann eg meg minnast at eg lá og græt í eini hospitalssong í Keypmannahavn

     Og tað sum fekk meg at gráta var at eg hoyrdi duni av propelflúgvmaskinum, sum fóru framvið og eg hugsaði at nú fóru tey til avstað til  ja eg visti ikki um  nakað annað land enn føroyar, men landið var so Spanien og tey fóru  uttan meg, mamma,babba, Jens og Johan , eg føldi meg so fremmandan her, øll tosaðu  nakað eg ikki skilti,  og hesin longsulfulli grátur helt á, eg var ótroystiligur og bara græt og græt, inntil eg hoyrdi málið á kvinnu í tosaði føroykst, hon var sjúkrasystir og fekk steðgað grátinum, hon hevði eina kærleiksfulla mjúka móðurrødd og segði mær, at tey fóru ongan veg uftan meg, hon fortaldi mær at fólkini í teimum flúgvarum vit hoyrdu, vóru nøkur onnur fólk, ímeðan  rætti hon mær ein tallerk við frugt, minnist hvussu forkunnugt og spennandi tað var at eta víndrúur og perir , hettar uggaði meg og eg var aftur glaður.
     Ársøkin til at eg var innlagdur, var at vit trýggir beiggjarnir, vóru farnir yvir á eitt spælipláss á Sumbyvesterplads úti á Amager, har abbi mín Hillebert Andreassen búði og tit kunnu ætla at hettar spælipláss, var ein dreymur hjá okkum havnardreingjum,  ótarniðir at sleppa at royna allar møguleikar,  har vóru dandir, karosellir, klatristativ, sandkassar og tað sum hugtók okkum mest varð “Rutshibanin” hann gav okkum summarfuglar í búkin og vit royndu hann uppá skift, Jens so Johan og so eg, og niður komnir, so beina leið  til leytarin og upp, ein rutshutúr avtrat og vit blivu bara við at skreiða og tað gekk bara villari og villari fyri seg,  tá var tað at ólukkan hendi, eg fór ikki upp tann rætta vegin, men klatraði niðan eftir bananum og í tí eg var komin næstan heilt upp, kom Johan bróðir  skreiðandi omaneftir, sum stoytti á meg “Bum”-- eg bleiv sendir eftir høvdinum niður í ta harða  asfaltið -- Meiri mintist eg ikki, fyrrenn eg vaknaði aftur á sjúkrahúsinum, eg hevði fingið heilaskjálvta søgdu tey.
    Eg mundi ikki verða leingi á sjúkrahúsinum til eg var útskrivaður og familian Smith var aftur samlað.
Tað næsta eg minnist var at vit vóru við eina heita strond í Spaniu í býnum “Palma” á oynni Mallorca og sum myndin av familiuni sigur okkum so er hettar ein goð løta, mamma og babba í besta blóma og vit tríggir í eini rekkju. Hettar var ikki vanligt tá á døgum at reisa heilt til Spania, men av tí at foreldur míni vóru so kreativ og arbeiðsom, kundi hettar lata seg gera við at fíggja eina slíka langa familiuferð.
     Minnist eg dúkkaði við svimjubrillum--- hettar var so grípandi at síggja alt lívið undir vatnskorpuni at eg næstan gloymdi at fara upp at anda, sá fiskar sum svumu millum tara og steinar,onkuntíð bleiv eg eitt sindur bangin tá onkur størri fiskur kom til sjóndar . Àðrenn eg visti av dugdi eg at svimja og fegin var eg, og skundaði mær at siga mammu og pápa frá hesum. Men hendan svimjingin hevði sín prís-- ryggurin  skoldaðist av allari sólini, so eg mátti fáa okkurt gott at smyrja uppá frá mammuni og halda meg í skugganum inntil tann ringasta pínan var av. Pápi mín var eisini so grípin av at dúkka, hann hevði snorkil eisini  og váðaði sær út á djúpri vatn og var eina góða løtu burturi . Mamma byrjaði at blíva bangin um hann og reistist, fyri at vita hvar hann var, fekk sær sólbrillurnar uppá fyri at skymast her, so har og spurgdi so eitt sindur fjálturstungin okkum, um vit høvdu sæð babba – tað gekk ein løta, jú so sá hon hann enduligani  svimja har úti -- og so vendi hon sær á og fór so yvir aftur  í stólin fyri fáa nakrar sólstrálir avtrat.

Stóribeiggi Jens, minnist at Johan bróðir var farin út at svimja og meðan Jens fenglast við okkurt inni á sandinum , hoyrir hann snjøllu røddina hjá johan, rópa um hjálp, Jens sum var góður svimjari og hevði fingið øll heiðursmerkini í tí tá nevndu SAJ svimjingini, helt á blámann og svam út til Johan bróðir sum ræðslusligin royndi at halda sær uppi, Jens fekk fatur á honum og fekk bjarga honum inn til lands. Vit reistu við Spies reisum og búðu fyrst á einum hotelli sum æt “Hotel Isel,” men skjótt máttu vit evakuerast har frá vegna teimum nógvu tvistertum og øðrum smáum kiktum. Ferðaleiðarin sum var danskur fekk skjótt fatur á øðrum hotelli, sum líkaði okkum betur. Ein av útferðunum vit gjørdu var at vitja ein av teimum mongu dryppsteinsholum. Hettar var ein sera romantisk hending, Jens sigur seg minnast at meðan vit gingu og hugdu at hesum undrunarverdu steinum, kom ein lítil bátur siglandi inn har vit vóru, mannaðum við einum lítlum orkestri, sum hjartanemandi spældu annan sats av Sigøjnarveisinum. Eg minnist eisini vit vóru til tarvafekting og tann rómur og róp í har vóru, hvørja ferð í tann óði tarvurin fekk eitt av teimum lítlu spjótunum í seg og hattarnir flugu himmalhøgt  øll arenaðin kókaði í øllum hitanum. Johan bróðir sigur at tað lógu 9 tarvar eftir á tá dystirnir vóru av. Ein hending sum vit minnast eisini frá tí túrinum, var tann eina dagin meðan vit sólaðu okkum, at nøkur av starvsfólkunum á hotellinum har vit vóru, trivu í at syngja tann vælkenda sangin “Ave Maria” meðan tey vaskaðu upp og tað ljóðaði bara  so vakurt at hoyra hesu glaðu fólk syngja,  vit sótu við andakt og lýddu á meðan tey hjartanemandi sungu fleirædda. Hesin sangur fekk ein brattan enda, tá yvirtænarin, kom óður innar og bað tey tiga í stundini,- ja ein sovorðin ljósasløkkjari. Gloymdi at siga at vit silgdu bæði niður til Danmarkar og uppaftur við Tjaldrinum, sum endaði sínar dagar í Chile.  -- Og soleiðis var skili tá.

Eli í Epania í 1974.                 

    Í 1974 Vóru hesir vøkru tannáringarnir í Costa Del Sol. Um tit skuldu verið í iva hvørjir teir eru. So er tað Jákup Simonsen úr Fuglafirði, t.v. – Jóannes Hansen úr Klaksvík, mittast og eg t.h. À myndini her vóru vit staddir hjá mostir míni Randi, úti á Alperosvej í Keypmannahavn. Síggja nakað hvitir út, men eg kann lova tykkum fyri, vit sóu deiligir út tá vit komu aftur, royndu at ganga við hvítari skjúrtu, so munurin skuldi síggjast betur, so tit konnu ætla at genturnar vendu sær á, tá vit komu gangandi. Jákup haldi eg gekk á Hf, Jóannes gekk á studentaskúla og eg stóð í læru hjá Marstein. Eftir at hava steðga í Kjepmannahavn í tveir dagar, flugu vit til Spania spentir og lívsglaðir, nú skuldu vit rættiliga njóta tað. Komu til Toromolinos, sum er ein gamal fiskarabýur, men sum so nógvir aðrir býir í Andalusien sóu sær størri vinning í ferðavinnu. Vit komu at búgva á einum Týskum hotelli, sum lá nakað niðan frá strondini, eitt gott hotell við svimjuhyli, kafé og øllum hentleikum. Nu ráddi um at verða klárir, meðan sólin var frammi og sólkremdunkarnir gingu heitir. Tá vit ikki sólaðu okkum, vóru vit og handlaðu ella í barruni. Minnist ein guitarspælari, sum setti sín dám á, vit høvdu fortalt honum um Føroyar, og um at føroyar var ein fiskuvinnutjóð. So tá vit komu í kaféina næstu fer, stillaði hann seg frammanfyri okkum og við guitarinum næstan uppi undir nøsuni, improviseraði hann ein sang um Føroyar, “Faroe tralla de Bacalao”....  .Inni í Kaféini var ein Skotsk genta sum dugdi  væl at tekna andlitsmyndir, og vit trýggir fingu lokka hana at tekna okkum, so vit sótu model, tað lýktist bara heilt væl.
Vit vóru har niðri um Ólavsøkutíð, og longu har vísti Jóannes sínar góðu talugávir og stuttligt var at líða á, tá Jóannes spældi útvarpsmaður á Ólavsøku, og segði entusiastiskur frá fótbóltsdysti í Gundadali og eisini frá kappróðuri – ja at vit blivir førdir heim á klettarnar tað løtuna           
Men støsta hendingin tann túrin var uftan iva, tá vit fyngu vitjan av tveimum fótbóltspælarum á tí  Tyska landsliðinum, sum stutt frammanundan, gjørdust heimsmeitarar, teir vóru “Berty Voghts og Bohnhof. Fólk flokkaðust sjálvandi um hesar hetjurnar og vit smæddu okkum heldur ikki burtur og fingu bæði autograf og mynd avtikna av okkum saman við teimum og tit kunnu ætla at vit vóru stoltir av tí.

Eli í Spania í 1978

Meðan eg Silgdi við einum dónskum nótabáti, sum æt Strømegg, fóru eg og ein skipsfelagi, Oddur Jensen úr Skopun og eg , eina viku í feriu oyggina Ibiza. Og tað munnu verða ivaleyst nógvir Føroyingar í kennast við Ibizasaltið, sum Saltkongur Føroyinga Hans Pauli Johannesen umboðaði. Ibiza er ein av oyggunum sum verða nevndar Balearoyggjarnar, men kendasta oyggin man verða Mallorca, sum er væl størri enn Ibiza. Ibiza er eitt kent  feriustað, sum hevur verið nógv vitjað síðani eina fer í trýssunum. Her hugnaðu vit okkum ungkarlarnir og slappaðu av aftaná 3 stravnar mánaðir á sjónum. Vit leigaðu okkum ein bil og koyrdu alla oyggina runt og hugdu at tí vakra landslagnum har. Serliga vakurt var har norðuri at síggja mandul, oliven og figutraðsplantagurnar og tey skogkløddu fjøll. Minnist ein regndag tá vit koyrdu uppi í fjøllunum eftir smølum grúsdvegum og hvar vit umsíðir  komu oman til ein lítla óspilta bygd niðri við havið. Vit fóru inn í tað lokalu matstovuna at fáa eitt máltíð, minnist hvussu hugnaligt tað var at sita og eta í hesu primutivu matstovu, meðan regnið oysti niður á takið. Nøkur fólk á staðnum vóru  inni, tey hugdu at okkum ein sá, at tey ikki vóru von, at hava fremmanda fólk . Oftani eru tað sovorðnar ørvísni hendingar, einum minnist.

 Ja her var eg ungur og penur, Nú eri eg bara penur.

Ja her var eg ungur og penur, Nú eri eg bara penur.

Jóannes myndin við tarvafekting er ikki so góð, kanska kunnu tit finna eina aðra ístaðin og um tit hava eina mynd við dryppsteinsholun til 61 túrin.



Ferð mín til Spaniu

Tá eg í síðst í fírðsunum var staddur í norðursælandi, sá eg í sjónvarpinum eina samrøðu við einkjuna eftir  kendan danskan listamálara, sum at Sigurd Svane. Hon tosaði um mann sín og um hvussu lívið hjá teimum hevði verið, har nevndi hon at maðurin keypti ein gamlan lastbil, sum hann umbygdi til ein húsbil, við tí fyri eyga at hann og familian kundi koyra hagar í motivini vóru. Tá so bilurin var liðugur, fóru so Sigurd við konu og børnum avstað til Spaniu og greiddi hon frá, at hettar vóru ríkir dagar, hvar hann fekk mála, meðan hon og børnini høvdu tað gott í góðveðrinum har niðri.
Hey hugsaði eg „Hattar var nakað, og árðini gingu og vit komu til aldarskiftið at eg sá ein gamlan verkstaðsbil hjá Edvardi Kjeld. Sá at hann ikki hevði verið í drift leingi, tá bleiv tann dreymurin aftur vaktur til lívs at kanska fór tað at eydnast mær at fáa ein slíkan bil, sum Sigurd Svanesa. Ein dagin eg gekk framvið bilinum og Edvard skavaðist uftanfyri, spurgdi eg hann um bilin, nei segði hann, at hann endaði nokk á hjalla. Fór so at  hyggja eftir honum, og tað var nok rætt , bilurin hevði sæð sínar bestu dagar , men hugsaði eg at kanska kundi eg brúkt kassan. Spurgdi so Edvard um kassan, ju eg kundi gott fáa hann, so áðrenn skrokkurin fór á Sandvíkarhjalla, bleiv kassin loystur og liftur inn á túni hjá mær. Og fyri at gera eina langa søgu stutta, gjørdi eg kassan til eitt lítið fitt atelier, har tað endaði í Leynum inni á stykkinum hjá Eyðfinni  systkinarbarninum hjá Britu konu míni. Og har hevði eg eina deiliga útsikt og fekk nógv á skafti. Og dreymurin helt á, hevði eg nú kunna flutt meg? Mær dámdi væl hesar mileteru lastbilarnar. Fór og leitaði á internetinum, um tað ikki var onkur egnaður til mítt endamál. So var tað at kom í prát við Henry Christiansen, sum búði í Frankaríki tá og var heimi og ferðaðist, at prátið kom inná ætlanir mínar og eg tosaði um hendan militerbilin. 

Tá sigur hann at, tú kann keypa kølibilin hjá bossinum hjá mær, hann stendur í bakgarðinum hjá honum niðri í Mont Pellier. Tað ljóðaði skilagott, --ein kølibilur er væl bjálvavur, so eg segði meg verða áhugaðan, bað hann kanna prís og senda mær eina mynd av honum . Prísurin var rímiligur, so eg smekkaði til, tók av, og bilurin var mín. Henry koyrdi so bilin upp til Hanstholm og heim til Føroya við Norrønu. Hevði fingið mær tað stóra koyrikortið ímeðan eg bíðaði eftir bilinum.

So inrættaði eg bilin til tað hann er í dag og eg má siga at hann hevur roynts mær sera væl. Havi haft hann nú í nøkur ár eftir hondini, havi koyrt hann til ymisk friðalig støð í Føroyum hvar hann so hevur staði eina tíð á hvørjum stað. So man kann siga at hesin Spaniatúrur hevur verið leingi í stoypiskálini. Og nú er hann  veruleiki. Meiningin var at Òlavur Sváður og eg skuldu fara í Mars í fjør, men lagnan vildi tað ikki so, Òlavur doyði dagin eftir at vit høvdu ásett dagin fyri avstaðferðina.
16 Mars legði Norrøna  frá kaj konan, døtranar og vinurin Jens Christian voru komin at siga farvæl . silgdu so í góðveðrinum suður gjørgnum Nolsoyarfjørð, meðan fólk gingu á sóldekkinum og nutu vesturkinið, Tók nakrar myndir, nú útsýnið var so gott, Tinganes og har okkara Smyrol. Ein góðan byr høvdu vit niður. Løgdu at landi í Hetlandi fyrst, síðani gekk leiðin til Bergens. Tað var hampuligt av ferðafólki og bilum við. Pensionistafelag úr norðoyggum, vóru við og ung stjørnuskot undurhildu. Eisini var ein gospulløta, sum tann fryntligi føroyski danin John B. skipaði fyri. Prátaði millum annað við ein eg hevði verið til skips saman við hvar vit tosaðu um gamlar dagar. Hann hevði verið í heimbygdini og vitja. Hann segði mær frá, at ein í bygdini, var so gýrigur, at tá hann var úti og gekk, helt hann seg ikki á asfaltinum, tí tað sleit skógvarnar, men gekk við síðunar av vegnum á grasinum og hvørjaferð hann steig fótin til, royndi hann at koma so beint niður sum møguligt, fyri at hælinir ikki skuldi slítast. Hesin dugdi so væl at siga frá, og hevði riggað væl á einum sjónleikarapalli.

Leyardagin 18 MARS løgdu vit at í Hanstholm, og eg byrjaði at koyra, Steðgaði við ein statoilstøð fyri líma eitt skáp aftur, sum var brotnað tí eg hevði koyrt ov nógvar tungar bøkur í, so har mátti umskipast. Tað er líka sum tað man fer út á havið, at har má alt surrast og bindast og skalkast av. So legðí eg leiðina suðuryvir fyrst at vitja stórabeiggja Jens á Fjóni og lítlu systur Sonnu í København. Og sjálvan 20 ára brúdleypsdagin 21 Mars, stevndi eg og Mercedes 809 bilurin hjá mær móti Týsklandi. Hevði lægt út í kortið tá eg vitjaði Sannu, hvar eg skrivaðu allar býirnar upp eg skuldi koyra framvið líka suður til Spaniu. Koyrdi til út á kvøldi suður á Bremen leiðina, hvar eg so tørnaði inn á einum upplýstum parkeringsplássi. Her gjørdi eg mín fyrsta brølara á túrinum, tá eg mítt býtta koyrdi sprinklaravesku í kølaran, og so fór eg og hugdi í orðabókina , men tá var skaðin longu hendir. Ringdi so til syskinabarnið Hera Guttesen sum veit alt um bilar , hann segði at mátti for alt í  verðini ikki starta bilinum, tí so fór bilurin at skúma uppum bæði oyrir. Heri segði at eg mátti tappa alt vatnið av kølaranum og fylla hann av nýggjum. Og har stóð eg, væl vitandi at nakað málgeni havi eg ongantíð verið, skeldaði meg sjálvan út at eg ikki hevði lurta betur eftir í Týsktímanum. Eg segði við Hera at hann ikki mátti siga nøkrum frá hesum, so flóður eg var, men hann troystaði meg og segði at eg var ikki tann fyrsti í hevði gjørt slíkt. Skjótt var brekið rættað og ferðin helt á til Espania.

 Yvirnáttaði har vesturi í Týsklandi, fór so inn í Holland og skjótt so stóð bruselles á skiltunum og har gjørdi eg tann næsta brølaran. Ístaðin at koyra uftanum Bruselles endaði eg við mínum yvirvaksna lastbili mitt inni í setrum. Eg visti ikki hvar eg var, var bara tvungin at fylgja við meldrinum, sum førdu meg inn á smalar og trongar gøtur, royndi av øllum alvi at hyggja eftir onkrum staði at parkera á,men til fanýtis, mátti so illa eg vildi bara fylgja við, haldi ongantíð at bilurin hjá mær nakrantíð hevur virka so stórir og hinir bilarnir so smáðir. Eg føldi meg akkurát sum ein elefant í eini porselensfabrikk. Royndi at hava allar sansir opnar,og so mitt í tí heila endaði eg inni á einum sporvagnasporið og fólk byrjaðu at leggja til merkis, at her kom ein , sum rættuligani hevði skitið í dansin. Einaferð mitt í øllum ruðuleika, fekk eg eyga á eitt skilti hvar ástóð „RING“ og tá gjørdi eg mítt ýtarsta at fylgja hesi leið, og so umsíðir eydnaðist , at koma næstan heilt út, men endaði á eini síðugøtu , sum ikki var so galið kortini, tí her kundi eg fáa eitt andarúm.

Parkeraði her og fór so at keypa inn á einum Supermarknaði. Avgjørdi at sova her í gøtuni í nátt . Men so fór eg at hugsa, at hvat fólk mundi fara halda at ein so stórur merkiligur bilur stóð her , mundu tey halda hettar vera ein terroristabilur fullur við spreingievnum í. Sá fyri mær, at stór brynja politistalið, stormaðu á bilin og eg handtikin í berum undirbuksum, skumpaðan inn í salatfatið. So eg tók skjóta avgerð at ríma og stevna móti Paris. Og skjótt fóru vit báðir, um ta Franska markið og nú líkasum bilurin koyrdi av sær sjálvum, ája bilurin kemur jú her frá, so eg setti bara sjálvstýrarin til (ha ha), og so treiv eg í at syngja onkra franska strofu. 
Tað regnaði fyri tað mesta allan vegin suðureftir, men flott at skoða tær stóru víddir. Ikki ber til hjá mær óstaðkendum at siga hvat tað eru fyri markir, men eitt veit eg tá eg stevni heim aftur er meiri vøkstur at síggja. Merkti at tað var blivi líggjari nú.  Yvirnáttaði 2 nætur í Fraklandi
Áðrenn eg kom til baskarabýin San Sebastian, og eg sá fyri fyrstu ferð  Tær atlantisku Pyrenæurnar.  

8080006

Tað var eitt heimligt upplivilsi at koma til botnin av Biskajavíkini og síggja Atlantshavið aftur. Hettar var Norðurspania, og eg koyrdi við mínum góða Mercedes bili, sum hevur tænt mær væl, men eg vil ikki siga, at bilurin hevði vunnið í nakrari kappkoyring. Tað er eingin lygn, at eg yvirhálaði bert 3 bilar allan vegin niður hagar. Men fram kemur hann í hóvliga fer, ella sum Òlavur svágur skemtiligani tók til “Fram kemur hann við hálvari ferð “.  Koyrdi nú  vesturyvir gjøgnum Baskaralandið framvið San Sebastian, býnum vit ofta hoyra um, tá tað er okkurt við E.T.A., tí harðrenda loysingarfelagskapinum, sum, tíbetur nú fyri kortum, bjóðaði sær at leggja vápnini.  Meðan eg koyri nærkist eg so líðandi teimum “Atlantisku Pyræneunum” 3310155  --- ikki teimum Pyræneunum, sum liggja millum Frakland og Spaniu. Fjøllini gerast hægri, og eg verði so hugtikin, at eg tíðum havi myndatólið frammi fyri at  avmynda bæði strendur og fjøll. 3310144 Hendan fjallarøðin, eg koyri framvið,  eitur í veruleikanum “Tey Cantabrisku fjøllini”, og gongur vesturyvir frá landspartinum Cantabrien og inn í landspartin Austurien. Spania er eitt av teimum størstu og mest fjallaríku londum í Evropu. Tað eru aðrar fjallarøðir í Spaniu, vit kunnu nevna, umframt Pyrenæurnar : Tann Iberiska fjallarøðin, León fjøllini og tann Andalusiska fjallarøðin, sum sum gongur eysturyvir har suðuri og fer niður í Miðalhavið, kemur so uppaftur har (Balaerne?Fo) eru. Ein kann róligt siga, at Spania er eitt háland, tá 90% av víddini liggur omanfyri 200 metrar. Og fyri at tosa um veðurlagið, so hava teir norðaru partarnir móti Atlantshavinum í meðal meir enn 200 regndagar árliga, sum líkist ikki sørt tí føroyska. À teimum sunnaru leiðunum er turrari og sólin er frammi sjey tímar dagliga, meðan har norðuri sær sólin 4,6 tímar. Høvðusstaðurin: Madrid, landsins hjarta, sum liggur inni á háslættanum, har háslættin telur 40% av landinum, hevur tað harðførasta veðurlagið, kaldan vetur og bakandi heitt summar, ofta fara hitastigini uppum tey 40 . À teimum sunnaru leiðunum í Andalusien finna vit tað Spania, sum øll kenna frá ferðabløðunum, við sól og summari.

Àðrenn eg koyrdi  framvið Bilbao, varnaðist eg eitt skelti, sum vísti vegin til “Gernike” ella Guernica, minnir meg á kanska heimskendasta málningin hjá Picasso, men tað koma vit aftur til.  Móti kvøldi kom eg vestur til strandabýin Santander, sum  er landspartahøvðustaður í Cantabrien. Ì Santander búgva 170.000 fólk , ein kendur feriubýur við góðum sólstrondum. Hettar var so tann fyrsti býurin í Spaniu, eg kom til. 


 Oftani er tað tað fyrsta inntrykkið, ein minnist best. Hettar var leygarkvøldið 25 mars. Koyrdi runt í býnum fyri at finna mær eitt kampingpláss. Tað fyrsta, eg legði merki til, var at  síggja alt fólkið, sum var farið í býin at spáka, 3260094  og har vóru ikki bara ungfólk, nei her fylgdust ommur, abbar, foreldur og børn . Stuttligt var at síggja samanhaldið, og hvussu tey hugnaðu sær við at ganga túr á prominaduni. Tað minti ikki sørt um okkara ólavsøku, men hetta var hvørt vikuskifti, tá veðrið var til vildar. Spaniólar eru eitt sera sosialt fólkaslag, tey søkja inn í býirnar og vilja búgva tætt saman. Ofta búgva trý ættarlið undir einum taki, og tað ger, at tey hava meiri gleði av hvørjum øðrum. Ein segði við meg at “jú meira vit eru saman, jú meira sympati”, og tað haldi eg við.  Ì Spania eru fæstir hjúnarskilnaðir í Evropa, so tað kann verða ein orsøk, at familiurnar halda meira saman. Eitt legði eg merki til, og tað var, hvussu væl skipað alt var, bæði vegir og hús og hvussu snotiligt alt var. Norðurspania er ríkari enn restin av landinum, og skyldast hetta millum annað, at tann størsti ídnaðurin liggur her norðuri. Spania hevur havt eina ógvusliga framgongd, síðani demokratiðið við Juan Carlos á odda, aftur varð sett á stovn eftir eina lemjandi tíð undir einaveldinum hjá General Franko . Teir 17 landspartarnir, sum eisini í forðum hava verið sjálvstøðug kongaríki, fingu eitt slags sjálvstýri aftur. Onkur ber ótta fyri, at landspartarnir hava fingið í so nógv vald, og at stjórnin í Madrid hevur mist sína ávirkan. Spania hevur eisini notið gott av at vera farið inn í felagsmarknaðin, sum hevur stuðla landinum ómetaligt, og handilin við útlandið er bara vaksin.

Umsíðir fann eg eitt tjaldingarstað, men slapp ikki inn. Setti síðani bilin uftanfyri og fór inn á eina cafeteria at veksla. Tað var ein stuttlig uppliving at trína inn hagar, ja hønurnar á Velbastað høvdu onki formátt sær ímóti fólkunum inni her. Tað mundu vera eini hundrað fólk inni og øll róptu í holið á hvørjum øðrum, so tit kunnu ætla, at har var ein gangur. Eg stóð bert stillur og eygleiddi og lurtaði eftir hesum gangi. Tað, at hølið var úr hørðum tilfari, gjørdi ikki støðuna betri.
Sunnudagin fór eg til ein lítlan, søguligan bý nakrar kilometrar í ein útsynning, sum eitur Santillana, 32801126  orsøkin til, at eg fór hagar, var, at 2 km vestanfyri, eru tær tiltiknu Altamiraholurnar ella, sum tær eita á sponskum ” CUEVAS de Altamira”.  Inntil ár 2001 var hetta størsta arkeologiska attraktión í Spaniu, men nú kunnu ferðafólk ikki koma inn í tær veruligu holurnar, tí vandin fyri at tað, ið menniskju anda út, kann forkoma teimum víðakendu holumálningunum. Fyri at koma hesum til lívs, eru eftirgjørdar holur gjørdar 200 metrar frá teimum veruligu. Tær eru so meinlíkar og vælgjørdar, at eg, eftir at hava sæð tær, fór avstað aftur uttan at føla meg snýttan fyri ikki at hava sæð tær veruligu holurnar. Her hava tey niður í minsta smálut, endurskapt bisonmálningarnar    404001    og onnur av teimum veruligu listarverkunum, sum steinaldarmenniskuni gjørdu. Ein kundi eisini síggja eitt hologramshow, har man fekk eina livandi mynd av lívinum í holuni, hvar menn, kvinnur og børn vóru samlað um eldstaðin og har veiðuamboð, príðislutir og annað var sýnt fram. Tað var bergtakandi at síggja loftið prýtt  serliga við Bisonoksum,  hestum,  reinsdjórum og villsvínum. Tey dugdu eisini sera væl gagnnýta tað skulpturella og mála oksarnar á støð, har teir sóu mest bulmiklir út. Málingin, teir nýttu, var m.a. tað svarta úr koli, tað reyða úr okker og tað hvíta av flintsteinum, Hetta varð bæði tekna, smurt uppá við hondunum og eisini blást uppá. Teir nýttu ein teknik, sum vit í dag kalla fyri airbruch teknikk og amboðiðini vóru fuglabein, sum tey nýttu til rør. Hesir 15000 ára gomlu málningar, blivu funnnir í 1879 av einum staðkendum vísindamanni, sum var á útferð við dóttur síni. Spanski listamálarin, Pablo Picasso, var sera hugtikin av holomálningunum og tók soleiðis til ”at síðani Altamira holumálningarnar var listin bara gingin aftur”.
Var í Santillana í eina viku á einum kampingplássi, og fór síðani longur vestureftir móti Picus De Europa.

 

P3310156

 

 

 

Picos De Europa: 2.648m

 

     Beinan vegin, tá eg hevði lisið um tað kenda fjallið í tí Cantabrisku fjallarøðini í Norðurspaniu  við Biskajavíkina, sum vit kenna,  segði eg við meg sjálvan, at hattar fjallið mátti eg koma mær uppá. Hesi vøkru fjøll, navngóvu heimvendandi spanskir sjómenn: “Teir Evropeisku tindar”, tí hettar var teirra fyrsta sjón av heimlandinum. Hendan fjallarøð er nú størsta náttúrupark í Evropa, sum fevnir yvir  landspartarnar, Cantabrien og Austurien, hagar teknirøðin Asterix stavar frá og Castilla y León. Her sær ein eitt ógvuliga umskiftiligt landslag við høgum fjøllum gjáum og djúpum grønum dølum við frugtplantagum og mjólkineytum. Tann víðagitni osturin, cabrales, verður gjørdur her og verður koyrdur inn í fjallaholur at búnast (ca 6 mánaðir).
Leiðin gekk móti Oviedo í byrjanini til eg sá eitt skelti, sum vísti leiðina til Picus De Evropa, og tað má eg siga, - at tað var eitt satt njótilsi at koyra hendan teinin móti bjørgunum og gjøgnum hesar sera hugnaligu fjallabygdir og býir, so at eg kundi hugsa mær at steðga bæði her og har. Men nú var málið eittans: “Picos De Europa”. Vegirnir vóru góðir, men smalir, so tað ráddi um at halda seg røttu megin strikuna. Koyrdi móti býi, sum at Fuente Dé, har í svevibanin til Picos De Europa var. Kom gjøgnum ein størri landsbý, sum kallast Potes. Vegirnir vóru ikki allastaðni egnaðir til mín høga bil. Á einum strekki har eg kom framvið einum bergi, sum helti útyvir vegin, bar takið við bergið. Bilurin skamfílaðist eitt sindur, men tað tók eg nú ikki so tungt. Umsíðir kom eg til Fuente Dé og parkeraði bilin. Nøkur fólk stóðu við kikarum og skimaðust upp á tað høga fjallið, og eg sá, at svevibanin koyrdi oman og niðan.  Skundaði mær at rigga til og fór oman hagar svevibanin var, men hvat, har var  sperrað bæði her og har. Nógvir málarar vóru í ferð við at fríðka um nú, áðrenn ferðafókini  komu . Spurdi so ein um svevibanan, men fekk at vita, at hann í løtuni var stongdur og fór ikki í drift fyrr enn fyrst í apríl mánaða. Og har stóð eg?     3310156  Var komin allan hendan vegin við mínum tunga lastbili, - og tonkti við mær, at fara heim aftur uttan at hava verið uppiá fjallinum. Nei, hugsaði eg, sum Nólsoyingar plaga at siga “at dett fór eg ikki”  Spurdi so, um tað var møguligt at ganga niðan á fjallið, tí eg hevði sæð eina gøtu, og jú - hattar var gøtan upp. Eg brynjaði meg til at fara, fekk mær ein lítlan ryggsekk, legði heit klæðir í, eitt flytes, eitt colablikk og eina lummalykt, skuldi tað farið at myrkja, tí eg var seinur á veg, klokkan var akkurát blivin fýra. Byrjaði so at ganga eftir gøtuni, sum sást væl, eitt sindur ósløtt og var dekka við nógvum  blágráðum smágróti. Gekk framvið einum skelti, sum segði, at tað tók 2½ tíma at ganga uppá fjallið, og so eg setti ferðina eitt sindur upp. Eg føldi meg væl og hevði gott mót. Sá at gøtan ikki fór beina leið uppá Picus De Europa, men fór ein langan umveg, sum gjørdi, at tað var lagaligari at koma upp. Hóast svevibanin ikki flutti ferðafólk, so royndarkoyrdu teir hann, og vognarnir fóru oman og niðan alla tíðina So eg lúrdi uppá og vónaði, at eg kanska fór at sleppa oman aftur við liftini, men hetta vóru ynskidreymar. Meðan eg gekk, fór eg at hugsa, um tað mundi verða nakrar bjarnir her, tí eg hevði lisið, at á hesum økinum vóru nokk tær einastu eftirlivandi bjarnirnar í Spaniu. Vónaði tó, at tær ikki fóru at koma eftir mær fyrst. Tað leið væl eftir og eg hevði longu flutt meg væl uppeftir. Frammanfyri mær flýggjaði eitt djór, sum líktist einum hjørti. Havi seinni fingið at vita tað eitur: Chamois. Hettar slagið er væl skikkað at klatra á grótutum  og brøttum lendi. Chamois liva í smáum flokkum og eta gras og blómur. Komin hálva leið upp setti eg meg at eta og neyt útsýnið, sera vakurt og hugtakandi. Merkti nú ein kaldan vind, so eg skifti T-shirtuna út við eina føroyska ullinta undirtroyggju, sum Anna vermóðir so umhugsin hevði stungið mær í sekkin, og sum Òlavur sáli hevði átt. Helt so leiðina víðari upp. Her vaks  nógvur lingur og tað skamfílaði mær leggirnar, tí eg var í stuttum buksum. Men hettar skuldi ikki hindra mær, so eg helt á við góðum treysti. Bleiv eitt sindur skakkur, tá eg sá tvær ørnir lætta sær á nakað uppi yvir mær, og hugsaði, at hettar hevði eg ikki roynt fyrr, - eg, sum bert var vanur við at hava eina ørn undir liðuni á mær (ha ha). Hevði eina grein hjá mær, skuldu tær komið ov nær. Eftir drúgva gongu kom eg upp hagar, svevibanin endaði,  3310175    sum tó ikki er heilt á toppinum. Tá var klokkan 6, og her var lukket og slukket. Hevði fyri lítlari løtu síðani sæð tann síðsta vognin fara oman, so dreymurin um at sleppa oman aftur av fjallinum við svevibananum, hann brast - bert vindurin hoyrdist her, einki lív – eg var einsamallur á toppinum. Ørnirnar flugu nú undir mær, tær nutu at sveima framvið fjallasíðuni, har tær gjørdu sær dælt av tí uppgangandi vindinum,- ein sera vøkur sjón at síggja arnarinnar veingjaspenni. Knappliga kom ein maður til sjóndar og kom yvir har, eg stóð. Vit heilsaðust, og eg spurdi hann, hvat hann gjørdi her. Hann segði, at hann var fjallaklintrari,   3310181  og skuldi gista her til mánadagin. Hann segði, at ein vinur hansara var á einum øðrum fjalli. Hann hugdi undrandi at mær, eg sá á honum, at hann helt meg verða skítbíttan. Hann var í røttum fjallaklintraraklæðum, og alt sat, sum tað skuldi. Eg var í stuttum buksum, svartaskóm og so tí ullintu undurtroyggjuni hjá Ólavi, sum gjørdi, at eg troystaði mær heilt upp í kuldan. Hann spurdi meg, um eg kendi leiðina oman aftur? Eg segði, at tað helt eg. So hugdi hann eitt sindur strangur uppá meg og segði, at nú mátti eg kvika mær oman aftur, áðrenn tað fór at myrkja. Tað skuldi hann ikki siga tvær ferðir, tí eg var skjótur at ganga mær oman aftur - og væl gekk, eg fann gøtuna oman, og tá ein triðingur var eftir, møtti eg 4 amerikonskum gentum,  3310182  sum vóru í lestrarørindum í Spaniu. Eg segði teimum, at eg kom úr Føroyum, men tað høvdu tær ongantíð hoyrt um. Tær vóru á veg upp, men ætlaðu sær nokk ikki uppá toppin. Nú var tað eg. sum var tann klóki og segði við genturnar, at tær ikki máttu ganga ov langt, tí tað fór at skýma skjótt.
Eg var sera fegin og takksamur fyri, at túrurin uppá Picos De Europa gekk so væl. Túrurin var ikki heilt vandaleysur, serliga tann síðsti hamarin, har mátti eg klatra og ansa sera væl eftir, at eg hevði eitt gott festi, men ikki fyri at rósa mær, so bilti sjálvsálitinum einki. Eitt má eg nevna, at eg gekk ikki 2.648 metrar upp, fóturin á fjallinum var yvir 1000 metrar uppi.
Tá eg var aftur í bilinum, koyrdi eg til tað nærmasta kampingplássið, tí nú var tað ein troyttur Eli, sum vildi sleppa at tørna inn.  
 



Nú eg havi verið her í nakrar dagar, gingið túrar í góðveðrinum,  verið til handils ella sitið á café, havi eg hugt eitt sindur eftir fólkasløgunum og teimum ymsu typunum. Her sær tú so at siga øll fólkasløg, sum er eitt úrslit av allari tilflytingini upp gjørgnum øldirnar, av Iberarum, Keltarum, Rómverjum, Jødum, Sigoynarum, Vestgotum og Maurarum.    8090074   Men eg má fleiri ferðir smílkast við, - kenni fleiri typir aftur, stuttligt at síggja dupultgangarar hjá ikki so fáum føroyingum: har gongur hann, har situr hon, og hygg har, Birgar Johannesen og Ingi Mohr, og tú  Flemming Samuelsen, ja, tú ber alla tíðina kenslu við onkran. Ein bussur steðgaði, og nógv vøkur ung fólk streymaðu úr. So við eitt, bleiv eg so skakkur, tá tann eini drongurin kom úr bussinum, - tað var, sum at síggja sonin hjá mær, Líggjas. So tað rennur nógv suðurlendskt blóð í nógvum føroyingum og meir enn hjá íslendingum og norðmonnum. Nógv av tí stavar frá sjórænaratíðini. Far til Skopunar, Skúvoyar, Mikladals, Hvalbiar, ja nógvastaðni finnur tú hettar myrka. Ættin hjá mær úr Nólsoy hevur eisini hettar íborið. Omma mín bleiv, ikki av ongun, kalla fyri “Svarta Sanna”.     
Var eina nátt á einum fínum hotelli í Santillana, serliga við tí fyri eyga at sleppa at senda og móttaka email, men sum ikki virkaði. Húsið var frá 1200 talinum, sera gott kamar við terassu, - og sum tit síggja á myndini, siti eg við eini appelsin   4020198   og appelsintrøð aftanfyri meg. Undraðist aftur á hvussu  fantastiskt skapanarverkið er. Hendan appelsinin er skapt til okkum menniskju at njóta. Eg má bara siga tøkk, mín Harri, og rennur mær í hug ein strofa, sum Steinvør Fonn syngur, “ Takk Gud fyri vakurleika, lív og gleði”.
So legði eg leiðina móti tí fyrr umtalaða býnum Gernike, sum tók ein tíma at koyra. Fann eitt parkeringspláss mitt inni í býnum. Vildi so fegin síggja henda bý,  tí eg kenni málningin Guernica, sum Pisacco málaði fyri tað republikonsku stjørnina í Madrid og sum skuldi prýða tað Sponsku pavilliongina á heimsframsýningini í Paris 1937. Málningurin er um borgarastríðið, og serliga um eina skakandi hending, sum býurin Gernika var vitni til. Her kemur søgan: Frá 1936 til 1939 var borgarastríð í Spaniu. Eftir at republikanararnir høvdu vunnið valið í 1936, gjørdu høgravendir fasistar, við general Franko á odda, uppreistur. Við stuðuli frá nasi Týsklandi, vunnu Frankosa menn borgarakríggið, sum kostaði 350.000 mannalív, og sum vit síggja á myndini, flýggjaðu nógv illa fyrikomin fólk um tað franska marki.  4150051  Franko fekk harða mótstøðu frá Baskarunum, so fyri at bróta stríðsviljan hjá teimum, fekk hann hjálp frá tí týska og italienska flogvápninum at bumba baskarabýin Gernike. Tann 26. apríl 1937 og mánadagur var. Nógv fólk vóru á torginum  henda dag. Har vóru nógvir bøndur og húsmøður, sum keyptu og seldu. Tá byrjaðu klokkurnar í Santa Maria kirkjuni at ringja, fyri at ávara fólkið móti fíggjandaligum flogførum, sum vóru á veg móti býnum. Bert fáum náddi at finna sær skjól, áðrenn 43 flúgvimaskinur náðileyst bumbaðu og við maskinbyrsum drupu alt livandi, sum flutti seg á jørðini. Hesi eirindaleysu álop hildu á í 3 tímar, og býurin Gernike upplivdi eitt satt helviti. Millum brennandi hús lógu 1600 mennisku eftirá. Hendan hending skakaði allan heimin.  4 dagar eftir hettar byrjaði Picasso uppá málningin: Guernica, og 5 vikur tók tað honum at mála hendan mótmælismálning, sum var svartur og hvítur,   4230031:  Hann sýnir fullkomið kaos, vónleys móðir við sínum deyða barni, tað spanska fólkið, vitnir til hópdrápið og blóman, sum tekin um vón. Málningurin var í útlegd í m.a. í New York og kom ikki heim til Spania aftur fyrrenn eftir, at Franko var deyður og demokratiið aftur var sett á stovn. Nú hongur málningurin í Centro de Arte Reina Sofia savninum í Madrid. Var í býnum, gekk og hugsaði, hvussu ræðulig støðan hjá Gernikubúgvum mátti hava verið. Fór inn  á eina café har fyri at skoða hesar íbúgvar.  4020223  Hugdi at m.a einum skulpturi eftir kenda mynda høggaran Henry Moore  4020212  . Gekk framvið ráðhúsinum, har tað baskiska flaggið veitraði. Síðani gekk leiðin norðureystur, yvir móti strondini.
Eftir at hava koyrt eina løtu, kom eg framvið trimum smáum hugnaligum fiskarabýum við nógvum litføgrum fiskibátum.  4020228   Har var nógv fólk at síggja á gøtunum hendan sunnudagin. Framvið Biskajavíkini liggja nakrar av teimum bestu fiskamatstovunum yvirhøvur. Nakrar ferðir koyrdi eg meg fastan í teimum smáu trafikkeraðu gøtunum niðri við havnalagið. Umsíðir kom eg til býin Sopelana, sum liggur í ein landnyrðing úr Bilbau. Har eg fann eitt gott kampingpláss . Tað, sum fekk meg at koma hagar, var, at í Bilbao er ein tann flottasti listaskálin í heiminum, sum eitur Guggenheim listaskálin. Týsdagin fór eg við metrotokinum inn til Bilbao. Tað tók hálvan tíma. Guggenheim listaskálin,  8005052   sum lat upp fyrstu ferð í 1997, liggur við ánna: Ria de Bilbao og er tann størsta turistmagnetin í Baskaralandinum. Hann er blivin eitt symbol fyri Bilbao á sama hátt, sum Jørn Utson’sa operahús er fyri Sydney. Hettar er ein serstakur bygningur, ið er evnaður sum eitt millumting millum eina rúmstatión og eitt risastórt blomstur. Hann er gjørdur úr titanium, steini og glasi. Er teknaður av tí amerikanska arkitektinum Frank Gehry og kostaði 650 milliónir at byggja. Yvist onga løtu í, at hettar hevur verð ein góð íløga. Har vóru nakrar framsýningar, millum annað ein við russiskari list, sum eg var so heppin at síggja. Ikki er á hvørjum degi ein sleppur at síggja tey bestu verkini frá søvnum í Sanktapætursborg og Moskva við bæði nútíðar og eldri list, nakrir risastórir propagandamálningar frá Stalin tíðini og frá revolutiónini, vóru við. Eisini var ein stór framsýning hjá einum amerikanskum myndahøggara, sum eitur Richard Serra. Hann hevði fingið tað størsta rúmið, hvar hann sýndi fram stórar  avlangar veggir, sum vóru sneiddir ymsar vegir, og so kundi ein ganga millum hesar veggir, onkrir vóru spiralformaðir. Hesir veggir mundu viga fleiri 100 tons, tí teir vóru úr 5 cm tjúkkum stáli. Hvussu hesir risastóru stálveggir kundu vera formaðir so, er mær ein gáta. Eisini kundi ein royna við at taka nakrar tónar og lurta eftir, hvussu skapið á veggunum ávirkaði ljóðmyndina. Richard bleiv spurdur, hvat hansara størsta ynski var við tí, sum hann gjørdi, og svaraði hann, at tað var at fáa fólk at hugsa øðrvísi.
Dagin eftir var eg í Museum de Bellas Artes,  4070040   sum sýndi list frá 1100 talinum, eisini klassiska list við listamonnum sum: El Greco, Velázques, Goya og fram til dagin í dag. Savnið vísti eisini nógvar baskiskar málarar. Ein, sum hugtók meg nógv, var Aurelio Arteta, serliga vóru tað hansara freskomálningar.
Nú havi eg verið her á kampingplássinum í Sopelana nakrar  dagar. Ein góður býur, á stødd við Havnina. Her er ein avbera vøkur strond, sum, í vikuskiftunum, verður nógv vitja. Her spæla tey fótbólt, ríða ,surfa 8100026          810073   Fólk sita á barrum og matstovum og njóta tað góða útsýni út á havið. Eitt satt paradís vil eg siga. Havi eisini verið á strondini og leita eftir steinum, sum eg kann nýta til mínar málningar. Ein kom og spurdi meg, meðan eg gekk og leitaði, um eg var fornaldarfrøðingur. Havi sikkurt sæð soleiðis út, var í stuttum buksum og hatti. Næsta dagin, eg var í bilinum hjá mær, hoyrdi eg eitt tjaldur láta. Eitt sera heimligt ljóð. Men tað, sum undraði meg, var, at eg helt meg bara hoyra eitt tjaldur og látið hoyrdist í jøvnum millumbilum og somu fjarstøðu. Vanligt tá tú hoyrir tjøldur har heima, so hoyrir tú ljóðið betur og betur, og tá so tey fara framvið, ja so fjarðar tað burtur aftur. Hettar tjaldurslát mátti kannast, so eg fór mær ein túr, hevði kikaran við og gekk eftir hesum løgna tjaldursljóði. À veg oman til strondina hoyrdi eg aftur ljóðið og nú klárari enn nakrantíð, kikaði so móti tí rætninginum eg helt, at ljóðið kom frá. So við eitt sá eg ein fugl, grábrúnur á liti, eitt sindur minni enn ein stari, standa høgt uppi á einum pela. Eg veit, at starar í Føroyum kunnu gott láta sum tjøldur viðhvørt. Hesin sang eitt repartuar við 4 ymiskum fuglaljóðum og millum annað hettar vælkenda tjaldursljóðið. So spurdi eg fólk sum gingu framvið, um tey kendu hendan fuglin, men tey ristu bert við høvdinum. Hevði eina diktafon við mær. So ein morgun sat hesin fuglur tætt við bilin hjá mær, og hepnaðist mær at taka morgunsangin hjá honum uppá band. Nú hugsaði eg, at lætt var at fáa at vita, hvør hesin tjaldurshermari var. Fór niðan á móttøkuna á kampingplássinum og spældi ljóðið við fuglinum fyri 3 fólkum har. Tey fóru at flenna og søgdu, at hattar var ein: Gaviota. Endiliga var tað onkur, ið visti, hugsaði eg, so eg skundaði mær oman í bilin, sló upp í sponsk/donsk orðabókini. Men har stóð, at Gaviota var ein Likka. So har var heldur eingin hjálp at heinta. Ein annan dagin, var eg  niðri á einum urtagarðsøki. Spældi ljóði fyri tí fyrsta, sum segði tað vera eina kvørkveggju, men so spældi eg ljóðið fyri tí næsta, sum var ein eldri maður. Hann segði beinan vegin at fuglurin at : Hesus Maria Garay, á Sponskum. Fór á alnótina, sum sigst at vita alt og spurdi so hana um: Hesus Maria Garay var at finna har, men hon svaraði, at tað var ein songkvinna, sum at Maria Karay. Fór á bókasavnið, fekk allar bøkur um fuglar, men ongin Hesus Maria Garay at finna. Kanska finni eg navnið, tá eg komi heim.

Annars havi eg arbeitt um dagarnar við at bróta ymiskar spanskar steinar við mortaranum sum Leivur mammubeiggi sáli gjørdi mær. Royni støðugt at arbeiða við hesum, sum er alneyðugt. Ùrslitini koma ikki av sær sjálvum. Tað eru 3 ting, sum eru umráðandi, tá ein m.a. arbeiðir við tílíkum, og tey eru: at ein arbeiðir. Hettar at arbeiða við steinmáling støvar illa, men áhugin at arbeiða við hesum hugtekur meg og er sera spennandi, allatíðina at finna útav onkrum nýggjum. Havi ikki hug at endurtaka nakað eg havi gjørt, tí eg veit, eg kann skapa eina nýggja mynd. Hettar hava vit menniskju íborið frá Skaparans hond, altíð at kunna gera nakað nýtt. Hvør mynd, skal vera einastandandi (unik)  5110062
Annars geri eg ymiskt. Keði meg ongantíð ! og tað eri eg takksamur fyri. Gangi túrar framvið strondini sum oftast. Siti á internetcafé, keypi inn. Matgeri sum oftast í bilinum, sum hevur alla ta neyðugu útgerð, sum skal til. Her er einki luksus !  Siti, tá tað viðrar, úti á terassuni, sum er eitt tað besta við bilinum, at kunna njóti tað frísku Atlantshavsluftina og útsýnið útyvir Biskajavíkina.
 

 

Langa Fríggjadag 14. apríl kl. 10 fór eg við tokinum ùr bilbao móti Barcelona. Hugsaði túrurin fór at taka einar tveir tímar, spurdi so síðumannin, hvussu leingi. Hann segði heilar 9 tímar, so hettar var ikki nakað snartok vit fóru við. Men mær dámar væl at koyra í toki, hevði tikið mær eina tjúkka bók við at lesa um lívið hjá Billi Graham, so vit kundu koyrt bæði aftur og fram uttan at eg hevði kett meg. À leiðini eysturyvir fara vit gjørgnum tann fruktagóða Ebrodalin. Har rennur ein av teimum størstu áunum í Spaniu,  “áin Ebro”. Henda á hevur eitt ómetaligt ríkidømi við sær. Á veg inn í landspartin Aragonien hava vit bæði verið gjøgnum Navarra og Rioja landspartarnar, sum eru kendir  fyri sítt framúrskarandi vín. Forrestin Navarra, hvørs landspartahøvðusstaður er Pampilona, er kendur fyri sína tarvarenning. Eg veit ikki, um tit hava sæð í sjónvarpinum, at fólk í hvítum klæðum við reyðum belti og hálsturriklæði renna alt tað, tey eru ment gjøgnum býin undan villum tarvum á veg til arenaina at verða dripnir. Hettar er so víðakent og væl umtókt, at tað koma fólk kring allan knøttin at vera við til henda øra leik, sum er fra 6.  til 14. juli. Steðgaðu eina løtu í býnum Zaragoza, sum er tann 5.størsti í Spaniu og liggur í landspartinum  Aragonien (610.000 íbúgvar) Iberar grundløgdu hann, men varð seinni doyptur av Rómverjum til “Caesaragusta”.  Í Spania er vatnið at meta við gull, av tí at ikki øll støð í landinum fáa tað vatn, teimum tørvar, Spania  er eisini tað landið í Evropa, sum nýtur flest pening fyri at gera byrgingar og vatnleiðingar til støð, har vatntrot er. Tíðum stends klandur millum landspartarnar, hvaðani nú vatnið skal leiðast, og  tá er tað stjórnin í Madrid, sum má siga, hvaðani vatnið skal fara. Serliga er tað á háslættanum, at vatnið trýtur. Ebroáin er tann einasta stóra áin, sum rennur út í Miðalhavið, meðan hinar allar renna út í Atlantshavið. Sum vit fluttu okkum eysturyvir, komu vit inn í eitt annað landslag, meiri avsviðið og óskipað. Jørðin er heldur reyðari her enn longur vesturi. Àðrenn vit vita av, síggja vit tað vælkenda Miðalhavið. Fyrsti býurin vit koma til er Tarragone, sum liggur á eysturstrondini við 113.000 íbúgvum, og er ein av teimum elstu býunum í Spaniu. Hann angar av rómverskari søgu og jarðfrøði, men er eisini ein býur, sum livir her og nú. Iberarar, sum hálvoyggin er uppkallað eftir, var eitt fólkaslag, sum kom úr Norðurafriku og búsettu seg her vegna tað góða útsýni hernaðarliga. Nú koyrdu vit norðureftir framvið strondini móti tí katalanska høvðusstaðnum og næststørsta býnum í Spania ”Barcelona”, hvørs jarnbreytarstøð eitur “Sans”. Her sá eg stórar fólkmongdir ganga í allar ættir, og tíðum hoyrdi tú snjallar røddir siga eitthvørt umráðandi í hátalarunum. Nú var at finna mær okkurt náttarskjól. Hevði lisið í bókini “Og turen går til Spanien”, at ein kundi finna okkurt bíligt stað í síðugøtunum tætt við jarnbreytina. Eg leitaði og hugdi eftir “hostel”, sum teir kalla tað, á føroyskum eitur tað nokk vallaraheim, men einki fann eg. Tað var við at verða seint og eg at troyttaðist at ganga og bera mína tungu tasku. So eg setti meg á ein bonk, og hugdi aftur í bókina.  Fann eitt tlf.nr á einum hostelli tætt við høvðusgøtuna og ringdi. Jú, har var pláss. Sum var tað gott at tørna inn, hóast hettar var eitt kamar við 8 seingjum. Her vóru fólk úr øllum hornum jarðarinnar: japanarar, italiumenn, kanadiubúgvar, meksikanarar, chilenarar og fransmenn. Haldi hettar var gott fyri meg eftir at hava livað eina einbúgvaratilveru í bilinum. Dagin eftir, hevði eg nokk at gera við at greiða teimum frá um Føroyar. Hevði fingið greiðar faldarar frá frímerkjadeildini við frágreiðingum og myndum úr Føroyum. Hettar kom sera væl við.
Dagin eftir fór eg mær ein túr fyri at kanna eftir. Tað var bara ikki sum at siga tað, hettar var ein stórbýur uppá 1,7 mill fólk, sum eisini var grundlagdur av iberarum. Ein tann ríkasti og mest evropeiski býurin í Spaniu. Gekk inn á tað so víðakendu boulevardina “ Ramblaðina,”  sum er ein stór gongugøta millum Placa de Catalunia og havnina, har ið 59 metra høga standmyndin av sjófararanum Columbus 4150041 er, sum bjartskygdur stendur á einum globusi og peikar vestur í hav. Tað er so at siga altíð lív í hesu gøtu, ja, tað er sum at vera á ólavsøku hvønn dag her. Fólk streyma støðugt eftir gøtuni fyri at handla, eta ella hyggja eftir fólkum og øllum teimum mongu gøtuartistum, sum sanniliga duga sítt fag. Har eru eisini nógv fólk í teimum nærliggjandi gøtunum. Rambla merkir á arabiskumm “fossur”, nakað sum støðugt streymar. Har vóru handlar av alskins slag, sum royndu av øllum alvi at freista keyparan Hettar minti meg ikki sørt aftur á gamlar, góðar dagar, tá vit plagdu at selja ís, bróstsukur og paraplyir í Ullvøruhúsinum á Òlavsøku. Her sær tú øll fólkasløg úr øllum stættum, sum royna at koma sær fram á besta hátt. Hendan fitta, lítla konan á myndini  4150016  tosaði so hart í fartelefonini, at fólk steðgaðu á við einum  brosi og eygleiddu hesa konu, sum virkaði ikki sørt stolt av, at hon eisini dugdi at tosa í fartelefon. Sunnudagin, fyrsta páskadag, fóru kirkjuklokkurnar at ringja til gudstænastu beint yvirav har eg búði, so eg fór innar og upplivdi eina fulla kirkju . Mínsantin sá eg ikki telefondamuna aftur við skriftarstólin.  4160066   Spania er eitt katólskt land, men hevur ikki altíð  verið tað. Í ár 711 komu arabisk herlið úr Afriku til tað Iberisku hálvoynna. Eftir bert fáum árum løgdu teir tað mesta av Spaniu undir seg. Teir ætlaðu sær eisini longur norður eftir við tí muslimsku trúnni, men har var tað Karla Magnus, sum vit kenna frá kvæðunum, ið steðgaði teimum. Forrestin so liggur Runsival (Roncesvalles) beint norðanfyri áðurnevnda bý ” Pampilone”.
Dagin eftir var eg og vitjaði Picasso savnið, sum vísti eitt úrval av hansara fyrstu verkum, til hann fór til París. Verkini hjá honum vóru sýnd fram í einum stórum gotiskum bygningi frá 1300 talinum. 8100003 Pablo Picasso búði í Barcelona frá tí hann var 14 ára gamal til hann var 23 ár. Har fekk  hann eisini sína listarligu utbúgving.

Í 1881, í einum lítlum húsi í Malaga, sá  listamaðurin Pablo Picasso fyrstu ferð dagsins ljós við fyltum lungum av royki. Føðing hansara heima við hús hevði verið trupul, og ljósmóðurin sá ongan møguleika at bjarga tí nýfødda Pablo. Mammubeiggin, sum var lækni, royndi at hjálpa til. Við einfaldum snildi blásti hann sigarroyk í andlitið á tí deyðadømda dronginum, sum brádliga sló eyguni upp og byrjaði at gráta. Sig so, at royking ikki er gott fyri okkurt.
Var tað roykurin, ella kanska  - tann fyrri sigur yvir deyðanum -, er tað eingin ið veit, men í øllum førum bleiv Pablo Picasso ein slóðbrótandi listamaður. Ótrúliga arbeiðsamur líka til hann andaðist 91 ár seinni.
Picasso málaði seg inn í listaheimin, sum ein av teimum størstu, og gav heiminum ein nýggjan hátt at fata listina uppá.
Seks ára gamal teknaði Pablo so livandi tekningar, at tað ræddi bæði hann sjálvan og faðir hansara við, sum var teknilærari. 
Tá Picasso var um 20 ára aldur, byrjaði hann at royna nýggjar hættir við tekningum og málningum sínum. Í staðin fyri at mála eitt myndevni, sum tað sær út frá einum staði, teknaði hann tað frá øðrum sjónarhornum, sum ikki síggjast í veruleikanum. Hann málaði nýggj geometrisk skap og endurgav sína egnu uppfatan av tí vit kalla fyri veruleika. Picasso var undangongumaður hjá listafólkum, sum skaptu tað abstraktu listina.
Tað var áhugavert at ganga og hyggja, hvussu Picasso menti seg gjøgnum árini frá 1893. Vit kundu fylgja honum frameftir, við fittum tekningum 8100002 frá tí hann var 12 ára gamal, - av hønum, hestum, hermonnum o.s.v.
Ráðini vóru ikki so góð, so hann málaði á træsprek, smáar detaljur, har ein sær, at hann roynir at mála ymisk evnir, sum t.d. vindeygapartí, smáar landslags- og andlitsmyndir. Hetta vísir okkum, hvussu hann hevur roynt at læra seg handverkið frá grundini av, 8100006 og ikki er gingin lættliga um smálutirnar, sum jú er umráðandi at duga anatomiina og at vita hvussu beinagrindin er uppbygd fyri seinni at  kunna  mála einfaldari ella abstrahera.
Ein hugtakandi málningur var av eini konu, sum liggur til tað síðsta og læknin situr hjá henni og tekur pulsin. Við seingina stendur eisini ein kona, sum heldur eini gentu, sum uttan iva er dóttir hesa doyggjandi. Málningurin mundi vera einar 2x3m til støddar. Picasso dugdi eisini at mála veruligar málningar, sum onkur vildi sagt.
Í árinum 1900 gjørdi Picasso sína fyrstu ferð til Paris. Hetta hevði eina ómetaliga stóra ávirkan á hann og menti hann nógv, tá hann sá verk eftir Manet, Vollard, Cézanne, Toulouse-Lautrec, Bonnard og Vincent Van Gogh. Onkrar persónsmyndir mintu meg ikki sørt um Van Gogh.
Sama kvøld var eg til eina konsert í eini kirkju við einum guitaristi í heimsklassa, sum æt Marel Gonzales. Hevði glett meg soleiðis allan dagin at sleppa at hoyra henda guitarsnilling. Kirkjan var nærum fullsett, tá Gonzales trein inn á pallin og byrjaði at spæla. Eg lurtaði, men hvat varð eg skuffaður. Væntaði mær at hoyra eitt vælklingandi ljóð. Men ljóðið frá guitarinum hoyrdist so illa, at eg rýmdi óður út úr kirkjuni eftir at 3. sangur var spældur. Fyri mær hevði tað verið líka gott at hoyrt hann í einum lítlum transistorradio heima við hús. So eg gekk mær ein túr inn í tann gamla Gotiska býarpartin fyri at koma niður aftur á jørðina. Gekk gjøgnum smalar hugnaligar steingøtur.
Nú hoyri eg operasong. Gekk eftir ljóðinum. Komi til eitt vælklingandi stað, har nógv fólk stóðu og lýddu á, meðan ein sjarmerandi  operasangari, 4160004  minti ikki sørt um útsjóndina á Pæturi tí Stóra, - langhærdur við moskitera skeggi. Hann sang í besta Careras stíli. At hoyra hendan mannin syngja, var so hjartanemandi og vakurt, at eg mátti, aftaná framførsluna, løna honum fyri tað og takka honum persónliga fyri eina ógloymandi løtu. Hann bjargaði tí annars minni eydnaða kvøldinum.
17. apríl, ein mánadag, fór eg at  vitja søgusavnið í gamla býarpartinum, sum gjøgnum 500 ár hevur verið sæti hjá teimum katalansku kongunum. Her hevur Columbus staðið einaferð á kongaplássinum við sínum stóru ætlanum. Upprunaliga var umráðið umgyrt av einum rómverkum býarmúri, men teir núverandi bygningarnir eru frá 13 – 14 talinum. Tað var áhugavert at síggja ymisk amboð og ymisk brúksting hjá iberarum, hvussu væl krukkur og íløt vóru prýdd við djórum og menniskjum, málað við svørtum og reyðum. Nágreinligar útgravingar vóru gjørdar her á staðnum, so her fóru vit við eini lyftu niðureftur og aftur í tíðina, heilt aftur til áðrenn Kristi føðing. Her kundi ein ganga á teimun gomlu rómverku gøtunum og hyggja inn í hús teirra og goymslur til t.d. fisk og vín. Ein løgin kensla.
Rómverjar og Maurarar (arabarar) eru teir, sum mest hava baldrast í Spaniu, men aðrir herskarar hava eisini rátt fyri borgum í styttri tíðarskeiðum. Orsøkin til, at tann Iberiska hálvoyggin hevur verið fyri so nógvum ágangi er, at hon liggur so væl fyri. Hon hevur Miðalhavið fyri eystan, Atlantshavið fyri vestan, Afriku fyri sunnan og Evropu fyri norðan.
Vitjaði eisini tað katalansku dómkirkjuni, sum var ein sera, sera stórsligin kirkja. Setti meg á ein bonk fyri at hyggja uppí hettar velduga loft og undrast, meðan orgultónleikur hoyrdist. Hon er ein tann flottasta gotiska kirkjan í Spaniu.
Hitti ein teldufrøðing úr Milano, sum var komin higar at slappa av. Vit komu í prát. Hann vísti mær eina internetcafé, har eg kundi tosa heim og fáa teldupost. Teldan hevur verið mær ein góður vinur í einseminum. Havi fingið skrivað meira enn nakrantíð. Tað at kunna tosa heim, hevur eisini givið mær megi av nýggjum.
Hevur Barcelona nógv at bjóða av myndlist, so hevur hann sanniliga eisini nógv at sýna fram av byggilist. Hvagar tú vendir tær, so sært tú ein bý á tremur við flottum bygningum. Bygningsverk sum vekur størst ans her í Barcelona, eru bygningarnir eftir tann víðagitna modernistin Antoni Gaudi. Hann var Barcelonari. Var borin í heim 1852. Hann var eitt geni uttan sín líka og ein slóðbrótandi listamaður.
Týsdagin 18. apríl fór eg við Metrobananum, sum er í teimum flestu størru býunum í Spaniu. Tú keypir ferðaseðil í automatum, men ikki var tað lætt hjá mær at lesa hvat ið á har stóð, so eg  trýsti bara á teir knøttar, sum vóru mest slitnir. Og rætt var, eg kom beint til staðið, har kirkjan var, sum Gaudi teknaði. Hon líkist einum ævintýrslotti,   4180023   4180021  4180015  við litføgrum tornum og fantasi blómum. Hendan kirkjan eitur La Sagrada Familia (tann heilaga familian). Hetta var Gaudi`sa mest ambitisiøsa verk. Tað er ei undur í, hví hendan ólidna kirkja er blivin størsta turist attraktión í Barselona.
Tær tríggjar fasadurnar í kirkjuni ímynda Jesu føðing, Jesu líðing og Jesu uppreisn. Gaudi náddi bert at gera tað vøkru eystursíðina lidna, Facana Del Naixement (Føðing Jesusar).
Við trappum ella lyftu er tað møguligt at koma upp í eitt av teimum klønu tornunum og í 60 m hædd njóta eitt stórsligi útsýni yvir henda milliónbý. Síðstu árini av lívi sínum búði Gaudi í kirkjuni, sum ein avbyrgdur einabúgvi. Hann metti sjálvur, at tað vildi takað 200 ár at fullføra verkið.
Nógva staðni runt um í Barcelona eru nógv dømi um hansara litfagra  4180034   og fantasiríka stíl. Í 1926 var Gaudi yvirkoyrdur av einum sporvogni og doyði.
Kirkjan var langt frá liðug tá, og sum tann improvisator Gaudi var, lá eingin nágreinilig ætlan fyri kirkjuna, bert nakrar visionerar skitsur.
Fór á eina uttandura café at skoða kirkjuna. 4180029  Hugsaði um Gaudi og hansara stóru ætlanir og kom so at hugsa um Gunnhild Jacobsen, sum hevur tann fantasifulla urtagarðin í Kalbak, at tey høvdu hettar til felags at fáa okkum mennisku at rakna við. Tey gera nakað, sum er øðrvísi. Er tað ikki tað, ið list er  millum annað, at skaka okkara vanliga hugsunarhátt ?
19. aprí vitjaði eg tað listarliga tjóðarsavnið, sum er tað størsta og vakrasta í Barcelona. Hettar er tann upprunaligi spanski tjóðpallurin, og var bygdur til  4190012  heimsframsýningina í 1929. Frá trappunum, frammanfyri savnið, er sera eitt gott útsýni yvir messuhallirnar í Barcelona og Placa d´ Espanya við tí víðagitna gosvatninum. Savnið rúmaði romanska list frá ár 900 til 1200 talið. Serliga vóru tað teir einføldu Fresku málningarnir,   8100001  sum hoyra til teir bestu og størstu í heiminum. Hesir málningarnir høvdu serliga mín áhuga, tí litirnir minna ikki sørt um litirnar eg nýti í mínum stein málningum. Tað var áhugavert, at fáa at vita hvussu Fresko málningarnir vóru fluttir frá niðurløgdum katalanskum kirkjum við framkomnari tøkni.
Eisini var ein framsýning við katalanskum málarum og samtíðarmonnum hjá Picasso, har tað var týðiligt at síggja, hvørjum øðrum hann m.a. hevði fingið íblástur frá.
Ein kallaðist Juli Conzaleis, livdi 1876–1942. Hann málaði eisini ræðuleikarnr frá borgarastríðnum 1936-39.
Ein av málarunum minti ikki sørt um okkara Torbjørn Olsen, hann var koloristur og æt Joakim Mir. Livdi 1873-1940.
Ein annar sum hugtók meg nógv var, Sidri Lonel, 1872-1911. Málaði daprar myndir av sigoynarum.  4230033
Ein annar var Franziska de Zubarán. 1598-1664.
Síðsta dagin í Barcelona tók eg mær av løttum. Fór mær ein túr aftur inn á Ramblaðina at hyggja eftir fólkum. Hóast Barcelona er ein nýmótans býur við øllum tí vakra, ið verðin hevur at bjóða og nógvum vælstandi, ja so møtir tú nógvum fólkum, sum ongan góðan eiga. Nógvir biddarar gingu her. Ein ung genta gekk við einum lítlum og barni bað um pening. Ein sat á einum stóli við ongum beinum, eisini nógvir sigoynarar stóðu við kirkjurnar og bóðu fólk, sum gingu framvið, um pening.

Klokkan er nú 19:20, fríggjadagur er og vit hava tann 21. apríl. Siti í tokinum á veg aftur til  Bilbau. Havi sitið og skrivað allan dag um tær upplivingar, eg havi havt higartil. Haldi, eg fari at gevast við at skriva meira á hesum sinni. Vónandi havi eg ikki troytta tykkum ov nógv. Fari tað tíð, eg havi eftir her í Spaniu, at vera í Bilbau. Fái vitjan av vinmanni og flokksfelaga mínum, Ludvíki Petersen   8060002  mánadagin, og tað gleði eg meg til. So verður tað slutt bara at práta við seg sjálvan nakrar dagar.
Og so sum krúnan á verkinum koma mín elskaða kona og dótturin, Sigrun, til  Madrid, dýrabiðidag 12. mai. Har verða vit 2 dagar. Fari sjálvandi at vitja Prado og Reino Sofia listaskálarnar og annað áhugavert har. Síðani fara vit til  Bilbau at vera eina góða viku, til tann langi koyritúrurin til Danmarkar byrjar.
Hettar var so endin av frásøgnini hjá mær av “Ferð míni til Spaniu”.        

   

 



Copyright © 2009 · Eli Smith (design Napoleon Smith) · All rights reserved
Gjørd við Nvu, Document made with Nvu