

|
Vágar
Møguleikar
fyri náttúruupplivingum í Vágum eru
góðir, kanska betri her enn aðra staðni í
landinum. Tvey tey størstu vøtnini í
Føroyum, Sørvágsvatn (eisini rópt
Leitisvatn) og Fjallavatn liggja mitt í oynni, og
ferðavinnan í Vágum skipar
fyri útferðum.
Í
Vágum eru tríggjar stórar bygdir og
tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í
tíðina, vóru sjey bygdir.
Tann
størsta er Miðvágur við 1025
íbúgvum (2003). Hon liggur miðskeiðis í
oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð,
keypsamtøka, læknamiðstøð og
prestagarður.
Miðvágur
er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er
kend ikki bara fyri
dygdir. Tí fekk hon eyknevnið ”Illa Beinta”.
Tað er søgan um hana, ið Jørgen
Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni
”Barbara”. Í 1997 var filmur gjørdur
eftir hesi skaldsøgu.
Náðinsgarðurin
Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini
í bygdini og kanska eisini í
landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn.
Eystan
fyri Miðvág liggur Sandavágur við 716
íbúgvum (2003). Hon er eisini
søgulig bygd, tí her búði Føroya
løgmaður fram til ár 1816, tá ið
løgmansembætið varð niðurlagt, og
Føroyar gjørdar til eitt danskt amt. Sonur
seinasta løgmann var W.U. Hammershaimb, prestur, føddur
í Sandavági í 1819.
Hann er faðir at skriftmáli okkara.
Í
1917 var ein rúnarsteinur funnin í Sandavági, sum
er frá tíðini um ár 1200.
Hann stendur nú inni í kirkjuni.
Tann
triðja stóra bygdin, Sørvágur, er fyri
vestan á oynni stutt frá
flogvøllinum og hevur 980 íbúgvar (2003). Undir
seinra heimsbardaga, tá ið
flogvøllurin varð bygdur 1942-44, búðu 5000
bretskir hermenn í Sørvági, men
lítið sæst til leivdirnar av teirra búseting
á Mýrunum stutt omanfyri bygdina.
Til bygdina hoyra Tindhólmur, Gáshólmur og tveir
drangar, og útsýnið vestur
móti teimum er eitt tað stórbærasta og vakrasta
í Føroyum.
Tvær
aðrar gamla bygdir eru í Vágum, men tær eru
smáar. 4 km vestan fyri Sørvág
liggur Bøur, 69 íbúgvar (2003), og longur
vesturi út móti Mykinesfirði
liggur Gásadalur, 16 íbúgvar (2003). Henda
bygd hevur havt stóra
fráflyting. Men fyri stuttum hevur hon fingið vegasamband
við tunnli gjøgnum
fjallið, so vónandi hevur bygdin nú møguleika
at mennast.
Í
1921 kom ein nýggj bygd í Vágum, Vatnsoyrar,
41 íbúgvar (2003). Tað vóru
fýra menn, ið fingu traðir av kongsjørðini
í haganum, og tríggir teirra
búsettust har við familju. Bygdin liggur í haganum,
ið hoyrir til Miðvág, og er
tí partur av Miðvágs kommunu. Tá ið bretar
hertóku Føroyar og bygdu flogvøllin,
løgdu teir høvuðsstøðina í
Vatnsoyrum, og alt bygdarfólkið varð flutt burtur.
Tey fluttu aftur, tá ið bardagin var av.
Norðast
á oynni í Sandavágshaganum varð ein bygd
grundað í 1835, Slættanes. Hon
vaks spakuliga, og har búðu um 70 fólk, tá
ið hon var størst. Har var eisini
skúli bygdur, sum sæst til vinstru á
frímerkinum. Tey seinastu fólkini fluttu
av Slættanesi í 1964.
Á
norðursíðuni á oynni, í
Gásadalshaganum, varð ein onnur bygd grundað í
1833, Víkar.
Har er gott lendi til neytahald, men sera avbyrgd var bygdin, og tungt
og
trupult var at koma til næstu bygd. Tey seinastu fólkini
fluttu haðani í 1910.
Á
tí eina frímerkinum sæst Kvígandalsá
og tann vakra lítla brúgvin um ánna.
Har er í síni tíð gjørdur koyrivegur
norður gjøgnum Klovan, sum varð nýttur sum
torvvegur. Gongur tú longur norður eftir hesum vegi og síðan eftir gøtuni, kemur tú til Fjallavatn. Av tí at eingin koyrivegur er norður hagar, og eingir nútímans hentleikar eru har, kann tann ferðandi njóta sæla friðin, ið har er, bert avbrotin av áartutli, alduskvatli og fuglaljóði. |
Sandoy
”Sandoy er grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti” sigur Hans Andrias Djurhuus í einum sangi. Av teimum fimm stóru oyggjunum í Føroyum er hon tann minsta, 112 km2 í vídd. Sum skaldið sigur, er hon væl lægri enn hinar stóru oyggjarnar, men eisini betri vallað. Landbúnaður hevur tí havt stóran týdning á vinnuøkinum. Saman við smáu oyggjunum sunnanfyri, Skúvoy og Dímun er hon fyrisitingarliga ein eind, ein sýsla, eitt prestagjald og í gomlum døgum eitt vártingsøki.
Á
eystursíðuni á oynni eru tríggjar bygdir. Tann
norðasta og størsta er Skálavík,
182 fólk (2005), sum er gomul bygd,
helst frá landnámstíð. Hon hevur stóran
slættan bø, og gomlu býlingarnir liggja
í einum ringi rundan um hann. Teir eru fýra í
tali. Upprunabygdin hevur helst
ligið niðri við sjógvin, nær við, har
eldru kirkjurnar stóðu. Tann seinasta var
tikin niður í 1891, og nýggj kirkja varð
tá bygd miðskeiðis inni í bønum.
Upprunabúplássið varð niðurlagt um ár
1600, tá flutt var inn í dalin. Skálavík
hevur í 19. og 20. øld fostrað fleiri
rithøvundar og skald. Hin kendasti er
Heðin Brú, og skálvíkingar reistu honum ein
minnisvarða á hundrað ára degi
hansara. Skálavík er brimpláss, men fyri einum 30
árum síðan fekk bygdin
bátahavn, sum sæst á frímerkinum.
Sunnan
fyri hana liggur Húsavík,
80 fólk (2005). Henda bygdin er eisini gomul, helst frá
landnámstíð. Hon hevur
tveir gamlar býlingar, men søgn er, at
høvuðsbygdin var í Kvíggjagili vestan
fyri ánna, har víst verður á
húsatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður
vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av
svartadeyða, og aftaná varð hon flutt
eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin,
var í bygdini, og
søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina
aftur. Grótgarðurin, hon
lat gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í
hoyløðuni og tað
steinsetta túnið minna um hennara stórbæri.
Á frímerkinum hómast kirkjan, sum
var bygd í 1863, og høgrumegin eini um 130 ára
gomul hús, sum vera varðveitt
sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja
grindir av og á.
Dalur er syðsta bygdin í
oynni og lítil bygd, 48 fólk (2005), men hagin er
góður, og serliga feitilendi Skorin syðst
á oynni. Har byggir nógvur
lundi, og hann ger, at gróðurin er nógvur, og
verður seyðurin tí sera góður.
Dalur er gomul bygd og sæst í gomlum skjølum, at
hon eisini varð nevnd Varmadalur, men hon er neyvan
so gomul
sum hinar báðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera
avskorin og fekk ikki
vegasamband fyrr enn í 1963. Vegurin liggur gjøgnum eina
bratta líð, og grót og
skriðulop oman á vegin eru ikki sjáldsom fyribrigdi.
Nú er talan um at bora
tunnil gjøgnum fjallið millum Húsavík og Dal.
Bygdin fekk kirkju í 1957, og
hómast hon høgrumegin á frímerkinum.
Vestan
fyri Dal liggur Skarvanes,
sum altíð hevur verið lítil bygd. Hon er
gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so
er, frá um ár 1500. Bygdin var
millum bestu kornpláss í landinum, og hagin
rættiliga góður, so livilíkindini
vóru hampilig, hóast møguleikar fyri
útróðri vóru smáir, tí
brimpláss er.
Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta
fólkið á Skarvanesi. Har er
tí eingin fastbúgvandi í dag, men í
Djúpadali
Á
vestursíðuni á Sandoynni um 4-
|

